Landssjúkrahúsið innkallar umvegis Mínboks
Í fjør fór Landssjúkrahúsið undir at senda innkallingar til endoskopi umvegis MínBoks, og hevur tað víst seg at rigga væl. Frá í dag av fara tí sjúklingar sum skulu forkanningar og eftirkanningar innan ortopedi, eisini at fáa eina innkalling umvegis Mínboks.
Tað er Ortopædkirurgiska Ambulatoriið, ið hevur umleið 5.000 vitjanir árliga, sum nú fer at senda innkallingar frá Talgildu Heilsuskipanini (THS), - journalskipanin heilsuverkið brúkar.
Innkallingin verður upprættað í journalini hjá sjúklinginum, og fer haðani til eina sjálvvirkandi skipan, sum finnur móttakaran í Mínboks. Móttakarin fær sostatt innkallingina elektroniskt, og tí er týdningarmikið, at borgarar regluliga kanna sín Mínboks postkassa. Hevur móttakarin ikki fingið sær Mínboks, finnur skipanin sjálv útav at lata innkallingarbrævið til eina automatiska pakki-skipan hjá Elektron, ið skrivar út og pakkar innkallingina í brævbjálva, sum síðani verður sendur móttakaranum umvegis Posta.
Við hesum gerst innkallingarmannagongdin skjótari og einfaldari, og fer væntandi at viðføra, at borgarin møtir rættstundis til viðtalu, ella avlýsir í so góðari tíð, at stovnurin fær møguleika fyri at innkalla annan sjúkling í hansara stað.
Skipanini fer í 2015 at verða innførd í stigum innan alt fleiri virksemisøkir hjá Landssjúkrahúsinum, og stuðlar samstundis undir visiónina um, at stovnurin skal gerast pappírsleysur, eisini í samskiftinum við borgaran.
Seinni í ár er ætlanin, at tað eisini skal bera til at fáa eina áminning við sms-boði um at møta til viðtalu.
Til ber at melda seg til Mínboks her á síðuni.
- TAKS partur av Mínboks
- Skattauppgerðin 2012 í Mínboks
- Gjaldstovan sendir lønarseðlar í Mínboks
- Nýggjar treytir
- Søk um lestrarstudning á Mínboks
- Inngjaldskort í Mínboks
- 08-01-2014: Mínlykil - Nýggj innritingarskipan
- 11-04-2014: Mínboks og Mínlykil ikki umfata av trygdarváða í sambandi við “Heartbleed”
- 16-04-2014: Kunning um tína frítíðarløn er nú tøk í Mínboks
- 28-04-2014: Yvir 10.000 brúka nú Mínboks
- Vit eru nú meira enn 12.000 á Mínboks
- Teldupostur og fartelefon nummar í Mínboks
- Landsjúkrahúsið sendur allar innkallingar í Mínboks
- Mínboks partur av Talgildu Føroyum
- Nýtslutreytirnar dagførdar
- Mínboks partur av Vanganum