Ment av føroyingum til føroyingar
Persónligt. Viðkvæmt. Týdningarmikið. Soleiðis lýsa flestøll teirra samskifti við virkir, stovnar og myndugleikar. Og tá meira og meira av hesum gerst talgilt, so snýr tað seg meira og meira um trygd. Tí hava vit Mínboks og Mínlykil. Skipanirnar lúka altjóða trygdarkrøv, og báðar eru mentar við tørvinum hjá føroyingum fyri eyga.
MÍNBOKS ER EIN FØROYSK SKIPAN
Mínboks er tín persónligi postkassi, har viðkvom skjøl og brøv verða goymd. Við Mínboks fært tú lætt og trygt samskift við virkir og stovnar. Í løtuni hýsir Mínboks uml. 3.000.000 skjølum hjá uml. 19.000 føroyingum.
Á Mínboks kanst tú eisini søkja um:
• Rentustuðul til bústaðarlán
• Rentustuðul til lestrarlán
• Stuðul til ferðaútreiðslur í Føroyum
• Stuðul til dupult húsarhald
• Lestrarstudning í Føroyum frá Studna
MÍNLYKIL ER EIN TRYGG OG FELAGS INNRITANARSKIPAN
Við Mínlykil kanst tú rita inn á fleiri tænastur hjá virkjum og stovnum. Longu nú hava umleið 17.000 føroyingar fingið sær Mínlykil.
Mínlykil gevur tær atgongd til hesar tænastur:
• Mínboks
17.000 føroyingar hava longu fingið sær Mínlykil, og Mínboks hýsir skjølum hjá 19.000 føroyingum.