Mínboks
inboks_web_618px

Hvat er Mínboks

Tín persónligi postkassi

Mínboks er tín persónligi postkassi, sum bert tú hevur atgongd til. Tíni brøv verða varðveitt í tryggum rakstrarumhvørvi og verða goymd fyri lívið.

 

Trygt samskifti við virkir og stovnar

Við Mínboks fært tú lætt og trygt samskifti við virkir og stovnar beinleiðis á telduna. Tú kanst eisini svara teimum, sum senda tær brøv og skriva nýggj brøv til virkir og stovnar. Mínboks tryggjar, at brøvini koma á rætta stað skjótt og trygt.

 

Mínboks partur av Talgildu Føroyum

Í november 2017 gjørdu P/F Mínboks og Gjaldstovan sáttmála um, at postskipanin Mínboks skuldi gerast partur av Talgildu Føroyum. 

Partur av heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar er, at allir borgarar skulu hava ein talgildan postkassa til trygt samskifti, sum allir tænastuveitarar, almennir og privatir, skulu kunna senda til. Mínboks lýkur krøvini um trygt talgilt samskifti og virkar væl. Allur posturin er bronglaður og knýttur at tínum P-tali, so tú hevur persónliga atgongd.

Í dag brúka bæði almennir, kommunalir og privatir stovnar Mínboks sum samskiftismiðil. Í 2019 sendu 20 stovnar og fyritøkur gott 600.000 brøv til teir knapt 20.000 føroyingarnar, ið hava Mínboks.

Við Mínboks hevur tú altíð atgongd til tín trygga talgilda postkassa. Mínboks kann brúkast allastaðni á teldu, teldlum ella fartelefon

Hesi eru við í Mínboks: Síggj allar sendarnar her

Mb 13 Logo New